torsdag den 20. februar 2014

Brún og hvít mynstur troyggja :)

Onki er so fitt, sum ein føroysk mynstur troyggja til smádreingir. 
Hesa troyggjuna, hevur sonurin fingið, frá ommu síni. 
Heit og deilig til okkara veðurlag.




fredag den 31. januar 2014

Reyð troyggja við hettu :)

Nú ein dagin, fann eg ein so fittan jakka á netinum, í var reyður.
 Ikki var møguligt, at skaffa hann heim.......men so eitt kvøldi, vísti eg mammu hendan mega fitta jakka. Og Eitt, tvey, trý var hon aftur her, og hevði hesa fittu reyðu hettu troyggjuna við, 
í hon hevði bundi til didduna, og sum minti so nógv um jakkan, sum eg hevði sæð :) 
So mega lekkurt at fáa, og hon hevði bara "gissa" seg fram til hesa fittu troyggju :)



onsdag den 29. januar 2014

Bert ein stemningsmynd :)

Blómur, blómur og aftur blómur....... elski at hava livandi blómur á borðinum :) 

Rósur, nelikar, gerbrur og voksblomstur eru á myndini :)


Stakin er frá bloomingville, og er at fáa í Floru :)


Bakkin, revolvarin og stakin eru frá Bloomingville, kannan er frá Rice, stakin við 
violettum ljósi, er frá Ferm Living, og hondin er frá Hey :)

søndag den 19. januar 2014

Seyðatroyggja :)

Nú er eitt sindur síðani, eg havi lagt nakað út á bloggin, so eg haldi at nú er tíð uppá, at leggja okkurt út aftur........... áðrenn januar máni er liðugur :)

Vit byrja ári við, at vísa hesar fittu seyðatroyggjur, sum børnini fingu í jólagávu frá ommu sínari. Haldi tær eru so fittar. Lekkurt at eiga ommur sum binda :)


søndag den 15. december 2013

Eitt beiggja teppi :)

Fyri ikki so langari tíð síðani, heklaði eg hetta dreingja teppi og hendan baby bodystock, í skuldi nýtast sum eina gávu. Haldi at litirnir á teppinum eru so mega frískir og smartir :)
Teppi er hekla við 2 tráa tógv, og eru tað 9 x 9 puntar :)



søndag den 24. november 2013

Stjørnutroyggja til beiggja :)

Beiggi er so heppin, at eiga tvær ommur sum binda. Og hendan 
troyggjan, kom inn um hurðina her fyri, og hevur
 mamma bundi hesa sjeikaligu troyggjuna :)  



lørdag den 23. november 2013

Nú nærkast jólini :)

Ja nú nærkast jólini spakuliga, og pyntingini er so smátt byrja.
Tað eru nógvir mátar at gera adventskransar uppá, og her er so eitt boð frá mær. 
Kanska ikki so jólaligur, men sera einkult og skek :) 
Bakki, kúlur og horn frá Bloomingville, hundur frá Kay Bojesen og staki frá Ferm Living.




lørdag den 2. november 2013

So kom pútan í Kvinnu :)

Ì næst seinastu Kvinnu, er uppskrift uppá hesa pútuna, í eg havi bundi.
 Strimlarnir eru bundnir hvør sær, og eru síðani seymaðir saman.  
Niðanfyri er leinkjan, til lýsingina á heimasíðuni.


fredag den 18. oktober 2013

Ljósareyð troyggja til didduna :)

Nú veturin nærkast í hvørjum, og kaldari blívur í veðrinum, 
er tað lekkurt, at hava heitar troyggjur. 
Í staðin fyri at hava heitar bundnar undirtroyggjur, helt eg at tað var smart, við einari fittari 
tunnari troyggju uttan yvir seg. Hendan troyggjan er bundin til umleið 1 ár, við 1 tráa tógv :)




torsdag den 17. oktober 2013

Bringuklútar :)

Stóð og manglaði ein góðan og penan bringuklút, og fann eitt slag, í eg helt verða 
sera effektivar. Men tað var eitt men! teir vóru ikki so penir, men rá vóru fyri tí. Fór síðani í holt 
við at seyma, og fekk ikki afturhald :) 
Hesir bringuklútar eru seymaðir úr voksdúki frá Green Gate ( deiliga skjótt at vaska), og 
aftan hava teir eisini Green Gate toy. Síðani er trykkið knappur seymaður í
 ( ein góðan, sum børnini ikki fáa hála av).
Um tit eru áhuga í at keypa, so skriva ella ring endiliga til mín :) 




søndag den 13. oktober 2013

Bert ein hugnalig mynd !

Altíð hugnaligt við livandi blómum og ljósum á borðinum. Vásið við rósum er 
frá Bloomingville, og stakin við fýra ljósum frá Ferm Living.
Ynski tykkum øllum ein góðan og hugnaligan Sunnudag :)



søndag den 1. september 2013

Formland messan og Design Trade aug. 2013 :)

Eftir eina deiliga summarferiu, kemur daglig dagurin aftur. 
Vit vóru á Formland messu, og mega nógv lekkurt var at síggja har, eitt nú hesin básurin. Hann var barasta so flottur, og var gjøgnumførdur heilt út í fingraspíssarnar. 
So eg má leggja eina mynd út, av hesum deiliga bási :)


Á Design Trade í Cph. vóru ymisk kreativir designara og bloggarar, sum høvdu fingið 
møguleikan, at gera eina trend uppsetan til messuna :)



Ferm Living høvdu nógvar deiligar nýggjar vørður við á messuni. Her eru
 tvær stemnings myndir frá teimum.



Bloomingville høvdu eisini, nógvar deiligar vørur. Sum hesir kassarnir, í 
kunnu brúkast allastaðni, og setast saman uppá óteljandi mátar :)




tirsdag den 23. juli 2013

Rabarbu tíð :)

Her eru nakrar myndir av nøkrum rabarbum, sum eg tók ein dagin. Hetta boðar frá at nú er
 summar, og at nú er klárt at gera frískan rabarbugreyt :) lekkurt.
  


søndag den 30. juni 2013

Green Gate seingjarsett :)

Green Gate hevur haft, so nógv pen, og litrík toy ígjøgnum árini. Og 
fyri nøkrum árum síðani, keypti eg hetta toy, men visti ikki, hvat 
eg skuldi brúka tað til. Men eg visti, at ein dag fór eg at seyma okkurt burtur úr tí. 
Og nú var so upplagt, at eg seymaði eitt seingjarsett, til didduna. 
Onnur síðan er blomstrut og onnur prikkut :)


lørdag den 22. juni 2013

Ein gáva :)

Hesa fittu gávuna hevur diddan fingið, frá mínari svigarinnu. 
Hon hevur hekla vøttirnar, og bundi sokkarnar. So fitt gáva :)


mandag den 17. juni 2013

Ein blómumynd :)

Bert ein blómumynd, við ynskjum um ein góðan Mánadag :)

Stríput barnatroyggja :)

Sum so ofta, kastaði eg meg út í, at binda uttan uppskrift, og tá kemur meira enn so
 fyri, at tað má koyrast uppaftur. Og so var við hesari, men hon bleiv so 
liðug, og her er hon so :) Sindur stór enn, men tíðin gongur so 
skjótt, og áðrenn eg veit av fer hon at passa :)

Tvær tær niðastu dósirnar á hillini, eru klæddar við pappíri sum er 
at fáa í Floru í Klaksvík :) 

tirsdag den 11. juni 2013

Enn ein kjóli :)

Ja so kom ein kjóli, upp at hanga afturat. Hesin er std.80
so diddan kemur at passa hann seinni :) nú eru so nógvir kjólar seymaðir, at eg skuldi
 kanska umhugsa at fari at selt burturav :)
   

mandag den 10. juni 2013

Babybuksur :)

Her eru einar mega fittar bundnar babybuksur, sum diddan hevur fingið
 frá mammu mínari :) og eg haldi tær eru so mega fittar :)
Babybuksurnar hevur hon bundi uttan uppskrift :)

fredag den 7. juni 2013

Gamal sodavatnkassi :)

Fyri tíggju árðum síðan, fekk eg hendan wella, gamla sodavatn kassan fra 
systir míni. Vegna pláss trot, hevði eg goymt hann vekk, og faktist gloymt alt um hendan 
gamla sodavatnkassa. Men nú ein dagin, kom eg fram á hann aftur, og nú hevur hann 
fingið nýtt lív, og pláss á sofaborðinum :)

torsdag den 6. juni 2013

Ja eg elski kjólar :)

Tað eru so nógv fitt tøj, at seyma úr. Her er ein kjóli, sum er seymaður úr Green Gate tøj, 
og ovari partur er bundin úr pt2 tógv. Deiliga fitt og heitt til
eina fitta frellu :)

fredag den 31. maj 2013

Ljósareyð troyggja :)

Má leggja eina mynd út, av hesari mega fittu troyggju, sum diddan
 hevur fingið frá ommuni :)


onsdag den 29. maj 2013

Svartur kjóli við hvítum prikkum :)

Ja, so kom endiliga okkurt nýtt inn á bloggin :)
 Her er ein seymaður gentu kjóli std 74, sum eg seymaði nú ein
 dagin til didduna  :) 



søndag den 21. april 2013

Grøn dreingja húgva :)



Hendan húgvan er bundin, og so er eitt fóður seyma innanfyri. Og er hon so 
deiliga heit, til okkara kalda vetur :)


onsdag den 3. april 2013

Baby skinn vestur :)

Mini baby vestur, sum er seymaður úr kanin skinn, so
 kann tað ikki blíva nógv fittari :)


torsdag den 28. marts 2013

Gleðiligar páskir :)

So bleiv tað páskaligt hjá okkum :)
Her eru egg við páskaliljum, pletter i luften og mosa í.
Einkult, várligt og vakurt, at hava standandi á borðinum á páskum :)
Gleðiligar páskir