Í dimmu hesa vikuna,
gjørdi eg hesa hyasint skálina. Her eru brúktar 6 hyasintir, 1
húsleykur, 1 pakki av sukurmolum, stál gras og eitt sindur av mold
og mosa.
Hav ein góðan og
hugnaligan 3. Sunnudag í Advent :)
Her er ein einkult, og
natúrlig dekoratión. Brúka mosa, ymisk sløg av grønum greinum,
ein stóran bakka og tvey kirkju ljós. Tað ymiska pyntið sum er á dekoratiónini, er frá Floru.
Fyri ikki so langari tíð
síðani, keypti eg eina stempul kannu. Men
kaffi kólnar so skjótt, so hví ikki hekla
eina hettu til stempul kannuna, so heldur hon varman eitt sindur longri :)
Áðrenn tikið verður
saman, og síðani verður toppurin heklað eftir kannuni.
Ein
adventskransur nýtist ikki altíð at verða úr granni, hvat við
at gera hann úr leður. Her er nýtt leðurpettir, knappanálir, ein
hálmboyli, tríggir húsleykir, eini 20 koglur og fýra kirkjuljós,
1 bakki og eitt skinn til pynt :) Hav ein góðan 1. Sunnudag í
Advent.
Kassar hevur ein altíð brúk fyri, hesin er brúktur til at goyma tógv í :)
Enn ein vestur :)
Og her er ein líka, sum er bundin úr Navia tógvið, sum var sendur til Navia kappingina í júst hevur verði :)
lørdag den 6. oktober 2012
Hvat er tað ikki deiligt við frískum og litføgrum blómum, og okkurt gott í búkin :)
torsdag den 4. oktober 2012
Enn ein vestur :)
Tað er ongin loyna at eg elski vestar, her er so ein vestur
sum ikki nýliga bundin, men sjeikaligur álíkavæl :)
lørdag den 29. september 2012
Brúnur vestur :)
Haldi
at vestar er barasta so sjeikaligt til lítlar fittar sjeikar, her er
so ein myrka brúnur vestur, við snar framman, og perlu binding
aftan.
tirsdag den 25. september 2012
Dreingja troyggja 3 ár :)
At binda er deiliga avslappandi fyri meg,
so eftir ein túr við Norrøni í summar, og hendan var bundin :)
Rendurnar eru bundnar tvey rang og tvey røtt eygu. Bulur og ermer eru bundin slætt, og erman lást uppá bulin. Síðani var kantur bundin út frá troyggjuni. At enda vóru lummarnir bundnir leysir, og vóru teir og knapparnir seymaðir uppá troyggjuna :)