onsdag den 26. december 2012

Vesturin til tann kalda dagin :)


Vestar og aftur vestar :) 
ein klassikari sum er skjótur at binda, 
og sum altíð er sjeikaligur, baði til stórar og lítlar kúllar :)
og deiliga heitt at verða í :)



lørdag den 22. december 2012

Pynta eitt jólaborð :)

Nú stundar til jóla, og jólaborði skal pyntast.
Her eru nakrar myndir, hvussu ein kann pynta eitt jólaborð, við livandi blómum.

Í hesu dekoratiónini, eru brúktar amaryllis, koglur,
 reyðar rósur, og ymiskt jóla grønt.

Gleðilig jól :)




lørdag den 15. december 2012

Hyasint skál til Jóla :)

Í dimmu hesa vikuna, gjørdi eg hesa hyasint skálina. Her eru brúktar 6 hyasintir, 1 húsleykur, 1 pakki av sukurmolum, stál gras og eitt sindur av mold og mosa. 

Hav ein góðan og hugnaligan 3. Sunnudag í Advent :)



søndag den 9. december 2012

Rátt og natúrligt til jólar

Lat náttúruna koma inn í stovuna á jólum :)

Her er ein einkult, og natúrlig dekoratión. Brúka mosa, ymisk sløg av grønum greinum, ein stóran bakka og tvey kirkju ljós. Tað ymiska pyntið sum er á dekoratiónini, er frá Floru.

Hav ein góðan 2. Sunnudag í Advent :)




tirsdag den 4. december 2012

Hald kaffi heitt í stempul kannuni :)


Fyri ikki so langari tíð síðani, keypti eg eina stempul kannu. Men kaffi kólnar so skjótt, so hví ikki hekla eina hettu til stempul kannuna, so heldur hon varman eitt sindur longri :)



Áðrenn tikið verður saman, og síðani verður toppurin heklað eftir kannuni.

søndag den 2. december 2012

Adventskransur úr leður :)

Ein adventskransur nýtist ikki altíð at verða úr granni, hvat við at gera hann úr leður. 

Her er nýtt leðurpettir, knappanálir, ein hálmboyli, tríggir húsleykir, eini 20 koglur og fýra kirkjuljós, 1 bakki og eitt skinn til pynt :) Hav ein góðan 1. Sunnudag í Advent.