torsdag den 31. januar 2013

Reyður vestur við snær :)

Her er ein vestur, sum var bundin til ein fittan drong,
 í jólagávu seinasta ár.
Hesin minnir um tann brúna vestin, sum er niðanfyri, 
men í staðin fyri at binda pernubinding aftan, er hesin bundin slættur.


torsdag den 24. januar 2013

Baby kjóli, troyggja og sokkar :)

Ovarið partur av kjólanum er bundin, síðani er niðari partur seymaður
uppá tað bundna. At enda er dupult blonda, hekla rundan um allar kantarnar.



søndag den 20. januar 2013

Reyð stjørnutroyggja til Baby :)

Stjørnutroyggjan er klassikari til stór og smá.
Her er so ein útgáva av stjørnutroggjuni, sum er til baby, 
og ein heima gjørdur kjóli, sum passar til :)



lørdag den 19. januar 2013

Dreingja vestur :)

Her er ein dreingja vestur, sum er bundin perlubinding aftur og fram.
Síðani er kanturin framvið bundin aftaná. Kanturin er bundin útfrá, og
er eisini bundin perlubinding.


torsdag den 17. januar 2013

Hekla vogn teppi :)

Hetta teppi havi eg gjørt klárt, til okkara diddu, sum kom tann 6 januar í ár :)
Teppi hevur 5 litir, og eru tað 80 puntar í alt, og havi eg brúkt tógv frá pt2. 
Teppi er heklað saman, og eru tað 
8 puntar ein veg, og 10 hin vegin.