søndag den 30. juni 2013

Green Gate seingjarsett :)

Green Gate hevur haft, so nógv pen, og litrík toy ígjøgnum árini. Og 
fyri nøkrum árum síðani, keypti eg hetta toy, men visti ikki, hvat 
eg skuldi brúka tað til. Men eg visti, at ein dag fór eg at seyma okkurt burtur úr tí. 
Og nú var so upplagt, at eg seymaði eitt seingjarsett, til didduna. 
Onnur síðan er blomstrut og onnur prikkut :)


lørdag den 22. juni 2013

Ein gáva :)

Hesa fittu gávuna hevur diddan fingið, frá mínari svigarinnu. 
Hon hevur hekla vøttirnar, og bundi sokkarnar. So fitt gáva :)


mandag den 17. juni 2013

Ein blómumynd :)

Bert ein blómumynd, við ynskjum um ein góðan Mánadag :)

Stríput barnatroyggja :)

Sum so ofta, kastaði eg meg út í, at binda uttan uppskrift, og tá kemur meira enn so
 fyri, at tað má koyrast uppaftur. Og so var við hesari, men hon bleiv so 
liðug, og her er hon so :) Sindur stór enn, men tíðin gongur so 
skjótt, og áðrenn eg veit av fer hon at passa :)

Tvær tær niðastu dósirnar á hillini, eru klæddar við pappíri sum er 
at fáa í Floru í Klaksvík :) 

tirsdag den 11. juni 2013

Enn ein kjóli :)

Ja so kom ein kjóli, upp at hanga afturat. Hesin er std.80
so diddan kemur at passa hann seinni :) nú eru so nógvir kjólar seymaðir, at eg skuldi
 kanska umhugsa at fari at selt burturav :)
   

mandag den 10. juni 2013

Babybuksur :)

Her eru einar mega fittar bundnar babybuksur, sum diddan hevur fingið
 frá mammu mínari :) og eg haldi tær eru so mega fittar :)
Babybuksurnar hevur hon bundi uttan uppskrift :)

fredag den 7. juni 2013

Gamal sodavatnkassi :)

Fyri tíggju árðum síðan, fekk eg hendan wella, gamla sodavatn kassan fra 
systir míni. Vegna pláss trot, hevði eg goymt hann vekk, og faktist gloymt alt um hendan 
gamla sodavatnkassa. Men nú ein dagin, kom eg fram á hann aftur, og nú hevur hann 
fingið nýtt lív, og pláss á sofaborðinum :)

torsdag den 6. juni 2013

Ja eg elski kjólar :)

Tað eru so nógv fitt tøj, at seyma úr. Her er ein kjóli, sum er seymaður úr Green Gate tøj, 
og ovari partur er bundin úr pt2 tógv. Deiliga fitt og heitt til
eina fitta frellu :)