tirsdag den 11. juni 2013

Enn ein kjóli :)

Ja so kom ein kjóli, upp at hanga afturat. Hesin er std.80
so diddan kemur at passa hann seinni :) nú eru so nógvir kjólar seymaðir, at eg skuldi
 kanska umhugsa at fari at selt burturav :)
   

mandag den 10. juni 2013

Babybuksur :)

Her eru einar mega fittar bundnar babybuksur, sum diddan hevur fingið
 frá mammu mínari :) og eg haldi tær eru so mega fittar :)
Babybuksurnar hevur hon bundi uttan uppskrift :)

fredag den 7. juni 2013

Gamal sodavatnkassi :)

Fyri tíggju árðum síðan, fekk eg hendan wella, gamla sodavatn kassan fra 
systir míni. Vegna pláss trot, hevði eg goymt hann vekk, og faktist gloymt alt um hendan 
gamla sodavatnkassa. Men nú ein dagin, kom eg fram á hann aftur, og nú hevur hann 
fingið nýtt lív, og pláss á sofaborðinum :)

torsdag den 6. juni 2013

Ja eg elski kjólar :)

Tað eru so nógv fitt tøj, at seyma úr. Her er ein kjóli, sum er seymaður úr Green Gate tøj, 
og ovari partur er bundin úr pt2 tógv. Deiliga fitt og heitt til
eina fitta frellu :)

fredag den 31. maj 2013

Ljósareyð troyggja :)

Má leggja eina mynd út, av hesari mega fittu troyggju, sum diddan
 hevur fingið frá ommuni :)


onsdag den 29. maj 2013

Svartur kjóli við hvítum prikkum :)

Ja, so kom endiliga okkurt nýtt inn á bloggin :)
 Her er ein seymaður gentu kjóli std 74, sum eg seymaði nú ein
 dagin til didduna  :) 



søndag den 21. april 2013

Grøn dreingja húgva :)



Hendan húgvan er bundin, og so er eitt fóður seyma innanfyri. Og er hon so 
deiliga heit, til okkara kalda vetur :)


onsdag den 3. april 2013

Baby skinn vestur :)

Mini baby vestur, sum er seymaður úr kanin skinn, so
 kann tað ikki blíva nógv fittari :)


torsdag den 28. marts 2013

Gleðiligar páskir :)

So bleiv tað páskaligt hjá okkum :)
Her eru egg við páskaliljum, pletter i luften og mosa í.
Einkult, várligt og vakurt, at hava standandi á borðinum á páskum :)
Gleðiligar páskir 





onsdag den 20. marts 2013

Diddu troyggja :)

Hesa ótrúligu fittu troyggjuna, fekk diddan frá mostur sínari, og var
hon í hesum fitta posanum :)



onsdag den 6. marts 2013

Stjørnutroyggja :)

Langt um leingi, var mín stjørnu troyggja liðug, og klár at brúka.
Av tí at hon er bundin við stokk 8, er hon deiliga løtt, og ikki minni heit,
 at sleingja seg í.


tirsdag den 5. marts 2013

ljósareyð baby troyggja :)

Henda fitta baby troyggja, er úr einari Navia bók, og
 fekk eg mammu at binda hana fyri meg, og hosurnar bant hon
úr restini av tóvum. Húgvuna hevur vermóður bundi, og
passar hon akkurát til troyggjuna.   



søndag den 24. februar 2013

Glaðar farvur :)

Kom framá hesa myndina á telduni í dag. Helt hana
 verða so deiliga várliga, og helt at hon mátti deilast við tykkum.

onsdag den 13. februar 2013

Gentu kjóli :)

Ja stuttligt er at seyma lítlar fittar kjólar, her er so ein.
Aftanfyri er eitt band at rykkja kjólan inn við, sum hann situr fittari :)


tirsdag den 5. februar 2013

Lilla kjóli og troyggja :)

Opin diddu troyggja við hettu, í er bundin úr alpaga tógv. Mega mjúkt
tógv at brúka til tey smáðu. 
Mynstri til kjólan, fann eg í einum gomlum hennes verden blaði :)




torsdag den 31. januar 2013

Reyður vestur við snær :)

Her er ein vestur, sum var bundin til ein fittan drong,
 í jólagávu seinasta ár.
Hesin minnir um tann brúna vestin, sum er niðanfyri, 
men í staðin fyri at binda pernubinding aftan, er hesin bundin slættur.


torsdag den 24. januar 2013

Baby kjóli, troyggja og sokkar :)

Ovarið partur av kjólanum er bundin, síðani er niðari partur seymaður
uppá tað bundna. At enda er dupult blonda, hekla rundan um allar kantarnar.



søndag den 20. januar 2013

Reyð stjørnutroyggja til Baby :)

Stjørnutroyggjan er klassikari til stór og smá.
Her er so ein útgáva av stjørnutroggjuni, sum er til baby, 
og ein heima gjørdur kjóli, sum passar til :)



lørdag den 19. januar 2013

Dreingja vestur :)

Her er ein dreingja vestur, sum er bundin perlubinding aftur og fram.
Síðani er kanturin framvið bundin aftaná. Kanturin er bundin útfrá, og
er eisini bundin perlubinding.


torsdag den 17. januar 2013

Hekla vogn teppi :)

Hetta teppi havi eg gjørt klárt, til okkara diddu, sum kom tann 6 januar í ár :)
Teppi hevur 5 litir, og eru tað 80 puntar í alt, og havi eg brúkt tógv frá pt2. 
Teppi er heklað saman, og eru tað 
8 puntar ein veg, og 10 hin vegin.