onsdag den 26. december 2012

Vesturin til tann kalda dagin :)


Vestar og aftur vestar :) 
ein klassikari sum er skjótur at binda, 
og sum altíð er sjeikaligur, baði til stórar og lítlar kúllar :)
og deiliga heitt at verða í :)



lørdag den 22. december 2012

Pynta eitt jólaborð :)

Nú stundar til jóla, og jólaborði skal pyntast.
Her eru nakrar myndir, hvussu ein kann pynta eitt jólaborð, við livandi blómum.

Í hesu dekoratiónini, eru brúktar amaryllis, koglur,
 reyðar rósur, og ymiskt jóla grønt.

Gleðilig jól :)




lørdag den 15. december 2012

Hyasint skál til Jóla :)

Í dimmu hesa vikuna, gjørdi eg hesa hyasint skálina. Her eru brúktar 6 hyasintir, 1 húsleykur, 1 pakki av sukurmolum, stál gras og eitt sindur av mold og mosa. 

Hav ein góðan og hugnaligan 3. Sunnudag í Advent :)



søndag den 9. december 2012

Rátt og natúrligt til jólar

Lat náttúruna koma inn í stovuna á jólum :)

Her er ein einkult, og natúrlig dekoratión. Brúka mosa, ymisk sløg av grønum greinum, ein stóran bakka og tvey kirkju ljós. Tað ymiska pyntið sum er á dekoratiónini, er frá Floru.

Hav ein góðan 2. Sunnudag í Advent :)




tirsdag den 4. december 2012

Hald kaffi heitt í stempul kannuni :)


Fyri ikki so langari tíð síðani, keypti eg eina stempul kannu. Men kaffi kólnar so skjótt, so hví ikki hekla eina hettu til stempul kannuna, so heldur hon varman eitt sindur longri :)



Áðrenn tikið verður saman, og síðani verður toppurin heklað eftir kannuni.

søndag den 2. december 2012

Adventskransur úr leður :)

Ein adventskransur nýtist ikki altíð at verða úr granni, hvat við at gera hann úr leður. 

Her er nýtt leðurpettir, knappanálir, ein hálmboyli, tríggir húsleykir, eini 20 koglur og fýra kirkjuljós, 1 bakki og eitt skinn til pynt :) Hav ein góðan 1. Sunnudag í Advent.  



søndag den 21. oktober 2012

So fekk hesin kassin nýtt lív :)

Kassar hevur ein altíð brúk fyri, hesin er brúktur til at goyma tógv í :)




Enn ein vestur :)



Og her er ein líka, sum er bundin úr Navia tógvið, sum var sendur til Navia kappingina í júst hevur verði :)  



lørdag den 6. oktober 2012


Hvat er tað ikki deiligt við frískum og litføgrum blómum, og okkurt gott í búkin :) 

torsdag den 4. oktober 2012

Enn ein vestur :)

Tað er ongin loyna at eg elski vestar, her er so ein vestur 

sum ikki nýliga bundin, men sjeikaligur álíkavæl :) 



lørdag den 29. september 2012

Brúnur vestur :)


Haldi at vestar er barasta so sjeikaligt til lítlar fittar sjeikar, her er so ein myrka brúnur vestur, við snar framman, og perlu binding aftan.





tirsdag den 25. september 2012

Dreingja troyggja 3 ár :)

At binda er deiliga avslappandi fyri meg,
 so eftir ein túr við Norrøni í summar, og hendan var bundin :)



   

Rendurnar eru bundnar tvey rang og tvey røtt eygu. Bulur og ermer eru bundin slætt, og erman lást uppá bulin. Síðani var kantur bundin út frá troyggjuni. At enda vóru lummarnir bundnir leysir, og vóru teir og knapparnir seymaðir uppá troyggjuna :)

søndag den 11. september 2011

Eitt regn kvøld sum í kvøld, er sera deiligt at sita heitur
 inni við einum góðum kaffimunni,síggja nakrar 
vakrar blómur 
og tendra livandi ljós :)


torsdag den 14. juli 2011


Ein blómudekoratión í frískum farvum :)

Hekla lekkurt teppið við
 farvuríkum litum

Eftir nógvar tímar við at hava hekla puntar 
og seyma endar, 
bleiv teppið so endeliga klárt, at brúka
og eri eg sera glað fyri tað :)